Frá hóskvøldinum 16. november klokkan 18 til sunnukvøldið 19. november klokkan 18 verður Kolshøll á Eiði karmur um nakað av tí, ið mentanarlívið og listafólk við tilknýti til Eiðis, kunnu vísa fram.
Ein framsýning er allar dagarnar við málningum og list hjá Sigrun Gunnarsdóttir, Ellindi Egilstrøð og Onnu Sofíu Egilstrøð.
Harafturat verður ein installatión, við íblástri frá Elizabeth Taylor.
Opið er soleiðis:
Hóskvøldið 16. november frá kl. 18 til 22.
Fríggjadagin 17. november frá kl. 14 til 22.
Leygardagin 18. november frá kl. 12 til 20.
Sunnudagin 19. november frá kl. 14 til 18.
Amerikanska Elizabeth Taylor var ofta í Føroyum og á Eiði og gav íblástur til mangt. Hon varð kallað Miss Taylor, sum skjótt verður til Mistela, við longum é. Les meira her.
Skráin fyri tiltakið:
Hóskvøldið 16.november klokkan 19 setir Annsy Høghamar, borgarstjóri tiltakið og Lis Mortensen greiðir frá um Elizabeth Taylor. Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð framførður. Aftaná verður filmurin Heartist um Sigrun Gunnarsdóttir sýndur fram.
Fríggjakvøldið 17. november klokkan 20 er tað Dansifelagið á Látrinum, ið greiðir frá um føroyskan dans á Eiði, og farið verður uppá gólv.
Leygardagin 18. november klokkan 10 er borgaraverkstova um mentan og list á Eiði, og kl. 14 spælir Eiðis Ljómfelag. Klokkan 20:00 er konsert við Marjun Wolles. Atgongumerki til konsertina kunnu keypast her.
Framsýningin og installatiónin er allar dagarnar, tá opið er, og tað ber til at fáa ein kaffimun og bert sita og njóta løtuna í Kolshøll.
Fyriskiparar av tiltakinum eru Anna Sofía og Ellindur Egilstrøð.
Eiðis kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald