Hóskvøldið 16. novembur til sunnukvøldið 19. novemburverður Kolshøll á Eiði karmur um nakað av tí, ið mentanarlívið og listafólk við tilknýti til Eiðis, kunnu vísa fram.
Ein framsýning er allar dagarnar við málningum og list hjá Sigrun Gunnarsdóttur, Ellindi Egilstrøð og Onnu Sofíu Egilstrøð. Harafturat verður ein installatión, við íblástri frá Elizabeth Taylor.
Opið er soleiðis: Hóskvøldið millum kl. 18 og 22. Fríggjadagin frá 14 til 22. Leygardagin frá 12 til 20. Og sunnjudagin 19. november frá kl. 14 til 18.
Hóskvøldið 16. novembur kl. 19 setir Annsy Høghamar, borgarstjóri, tiltakið og Lis Mortensen greiðir frá um Elizabeth Taylor. Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð framførður. Aftaná verður filmurin Heartist um Sigrun Gunnarsdóttir sýndur fram.
Fríggjakvøldið 17. novembur kl. 20 er tað Dansifelagið á Látrinum, ið greiðir frá um føroyskan dans á Eiði, og farið verður uppá gólv.
Leygardagin 18. novembur kl. 10 er borgaraverkstova um mentan og list á Eiði, og kl. 14 spælir Eiðis Ljómfelag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald