Mentan

Mentanarnátt á Christiansborg við føroysku fólkatingslimunum

Sum vant skipa føroysku fólkatingslimirnir, Anna Falkenberg & Sjúrður Skaale fyri spennandi mentanarnátt inni á borgini fríggjakvøldið

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-10-12 07:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sum vant skipa føroysku fólkatingslimirnir, Anna Falkenberg & Sjúrður Skaale fyri spennandi mentanarnátt inni á borgini fríggjakvøldið 13. oktober.

Skráin er pakkað við føroyskum upplivingum. Jákup Sumberg og Sjógæti fara at borðreiða við lekkrum smárættum. Harumframt vera kips frá Føroya Kips, urtate frá URT og vatn frá Kirvi. Á tónleikaskránni koma Dávur Birgisson, Jóhanna Niclasen & Árni Johannesen at spæla nøkur løg.

- Vit gleða okkum at bjóða tykkum til eina føroyska og sansaliga uppliving á Christiansborg. Vit halda til í hølunum 2-092 og hava opið frá klokkan 18:00 til 23:45, siga fyriskipararnir.

Mælt verður til at møta í góðari tíð, av tí at tað vanliga er long kø uttanfyri Christiansborg hetta kvøldið. Fyri at sleppa inn er neyðugt við einum mentanaratgongumerki, sum gevur atgongd til flestøll tiltøk hetta kvøldið. Mentanaratgongumerkið kostar 110kr og kann keypast í 7-11 handlunum í Keypmannahavn. Atgongumerkið kann eisini keypast á www.kulturnatten.dk, har tað eisini ber til at lesa meira um mentanarnáttina í Keypmannahavn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder