Mentanarvikan í Runavíkar kommunu verður í ár í døgunum 24. apríl til 1. mai.
Eins og áður verur mentanarvikan sjónlig í allari kommununi, og aftur í ár fer kommunan at bjóða eina skrá við tiltøkum, sum m.a. seta sjóneykan á skrivaða orðið og føroyska málið sum heild.
– Loksins ber til at skipa fyri tiltøkum uttan at koronatilmæli og avmarkingar eru høvuðsevnini og hetta gleðast fyrireikararnir av Mentanarvikuni í Runavíkar kommunu um, skrivar Visit Runavík í tíðindaskrivi.
Skipað verður aftur fyri skrivikapping, ið Bókasavnið við Løkin fer at kunna um í næstum, og sum heild er talan um eina røð av størri og smærri tiltøkum, har kend listafólk og nýggir spírar seta sín dám á dagarnar.
Løkshøll hevur eina konsertskrá, og Gula smiðjan verður eisini ein stórur partur í ár. Atgongumerki til konsertirnar í Løkshøll verða settar til sølu í næstum.
Rúm er framvegis fyri onkrum tiltaki afturat í skránni, og áhugaði kunnu venda sær til Visit Runavík.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald