Runavíkar kommuna og Visit Runavík boða í dag frá, at árliga mentanarvikan er útsett. Hon skuldi eftir ætlan verða 4. mai, men verður ístaðin 23. til 30. august 2020.
Hetta er orsakað av almennu tilráðingunum frá heilsumyndugleikunum, ið vórðu settar í verk fyri at tálma og basa koronasóttini.
Nógvu mentanartiltøkini verða sostatt útsett, og stóra konsertin við íslendska Mugison í Løkshøll er eisini flutt til 29. august, skrivar kommunan á heimasíðu sínari.
Mentanarvikan verður eftir ætlan sett sunnudagin 23. august í Skótahúsinum við Løkin.
- Verður tað mett at vera neyðugt samsvarandi broyttum fyritreytum og tilmælum frá heilsumyndugleikunum, verður ætlanin við mentanarvikuni 2020 viðgjørd av nýggjum, og fráboðan um eina aðra dagfesting kunngjørd, skrivar kommunan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald