- Vit gleðast um at vit ganga móti ljósari tíðum. Er tað nakað, ið ber boð um vár, so er tað árliga Mentanarvikan í Runavíkar kommunu, sum í ár verður í døgunum 21.-28. apríl.
Til ársins mentanarviku hava íbúgvar í Runavíkar kommunu, saman við øðrum góðum kreftum, av sonnum spílað seg út við nógvum góðum íkasti til skránna. Skráin er spennandi, umfevnandi og rúgvusmikil, og hevur okkurt til allar aldursbólkar og øll áhugamál. Tiltøk verða í øllum 15 bygdum, so nú er lagamanni at vitja hvønn krók í kommununi.
Umframt faldaran, sum í næstum verður borin út í hvørt húski í Runavíkar kommunu, er í ár ein talgild skrá, ið javnan verður dagførd – hetta er á mentanarvikan.fo.
Upptaktin til Mentanarvikuna er tiltakið ’Hitt Glyvrar’ - 18 konsertir, 9 hús, 9 tónleikabólkar. Í Funningi verður víkingatiltak fyri børn og familjur. Harumframt eru fleiri gongutúrar, verkstovur, fotoskeið, listaframsýningar, fyrilestrar, konsertir og mangt, mangt annað.
Setanin verður á Gulu smiðju í Saltangará sunnudagin 21. apríl klokkan 14.00. Til ber eisini at súkkla ella renna hagar í felag við Rynkunum ella Roysninum. Á skránni fyri setanina verða tónleikur, røða og okkurt gott undir góman.
Runavíkar kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald