Mentan

Mentanarvikan verður sett í Gulu smiðju sunnudagin

Alskyns tiltøk eru á skránni í Runavíkar kommunu fram til sunnudagin 30. apríl

Til ber at súkkla til setanina saman við Rynkeby úr ymsum støðum og renna saman við Roysninum úr Lamba. Sunnudagin er ymiskt annað á skránni, Flaggdagshald er týsdagin, okkurt er hvønn dag í Løkshøll o.s.fr (Mynd: Ólavur Frederiksen)

Til ber at súkkla til setanina saman við Rynkeby úr ymsum støðum og renna saman við Roysninum úr Lamba. Sunnudagin er ymiskt annað á skránni, Flaggdagshald er týsdagin, okkurt er hvønn dag í Løkshøll o.s.fr (Mynd: Ólavur Frederiksen)

2023-04-19 08:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Árliga mentanarvikan í Runavíkar kommunu hevur vanliga ein rúgvu av ymiskum titøkunum, og soleiðis verður eisini í ár.

Kommunan kunngjørdi í gjárkvøkldið alla skránna á heimasíðu sínari. 
mentanarligum. Hon byrjar við, at setan verður í Gulu Smiðju nú sunnudagin 23. apríl klokkan 14. Til ber at súkkla til setanina saman við Rynkeby úr ymsum støðum og renna saman við Roysninum úr Lamba. 

Longu sunnudagin lata listaframsýningar upp, túrar verða gjørdir o.s.fr. Gjøgnum vikuna verður eisini ymiskt á skránni í Løkshøll. Nevnast kunnu orðaskifti um føroyska málið og miðlar, tónleikafagnaður, hondbóltslandsdystir á stórskermi og konsertir. 

Flaggdagshald verður sjálvandi eisini týsdagin 25. apríl - løgtingsforkvinnan Bjørt Samuelsen flytir fram røðu við Skúlan við Løkin.

Tiltøkini í vikuni verða kring alla kommununa. Mentanarvikan í Runavíkar kommunu kemur at enda sunnudagin 30. apríl. 

Øll skráin fyri vikuna sæst her



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder