Mentan

Mentanarvirðislønir landsins verða latnar í morgin

Kringvarpið sendir beinleiðis frá hátíðarhaldinum í Miðnámsskúlanum í Vestmanna, sum byrjar klokkan 19 í annaðkvøld. Tríggjar heiðurslønir, umframt ein sømdargáva, skulu latast

Hansina Iversen fekk Mentanarvirðisløn landsins í fjør (Mynd: Sverri Egholm)

Hansina Iversen fekk Mentanarvirðisløn landsins í fjør (Mynd: Sverri Egholm)

2023-10-17 17:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í annaðkvøld skal landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, lata tríggjar virðislønir í Miðnámsskúlanum í Vestmanna.

Tann "størsta" er Mentanarvirðisløn landsins. Síðani er tað heiðursgávu landsins, og serstaka virðislønin. Tær hava virði á ávikavist 150.000, 75.000 og 50.000 krónur. 

Harafturat verður sømdargáva latin, sum er 20.000 krónur um árið, upplýsir KVF.

Kringvarpið vísir tiltakið beinleiðis í sjónvarpinum, umframt at tað verður stroymt á kvf.fo. 

Páll Danielsen verður vertur fyri tiltakinum í Vestmanna, ið byrjar hóskvøldið 18. oktober klokkan 19 og varðir í umleið hálvan annan tíma.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder