Uttanlands

Merkel: Trygdin hjá Ísrael fer altíð at hava stóran týdning fyri týsku stjórnina

Týski samveldiskanslarin vitjaði í Ísrael, og hevur hon m.a. verið á fundi við ísraelska forsætisráðharranum og restina av stjórn hansara

Angela Merkel heldur røðu við Yad Vashem (Mynd: EPA)

Angela Merkel heldur røðu við Yad Vashem (Mynd: EPA)

2021-10-11 15:36 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í hesum døgum vitjar týski samveldiskanslarin Angela Merkel í Ísrael, og sunnudagin vitjaði hon heimskenda holocaustsavnið Yad Vashem í Jerusalem, sum varð gjørt til minnis um tær seks mió. jødarnar, sum lótu lív í konsentratiónslegum hjá nasistunum.

Hetta er áttandu og eisini seinastu ferð, at Angela Merkel vitjar Ísrael sum týskur samveldiskanslari. Hon leggur nevniliga frá sær eftir 16 ár í embætinum, tá semja er funnin um eina nýggja stjórn í Týsklandi, skrivar Ritzau.

Áðrenn leiðin gekk framvið Yad Vashem, hitti Angela Merkel ísraelska forsætisráðharran Naftali Bennett.

Eftir seinna heimsbardaga hevur Týskland verið eitt av nærmastu sameindu londunum hjá Ísrael í Evropa, og hetta sambandið hevur Angela Merkel í sína tíð sum kanslari roynt at styrkt, hóast londini eru ósamd, tá tað kemur til eitt nú palestinar.

[object Object]
Angela Merkel og Naftal Bennett (Mynd: EPA)

Á fundinum nýtti Angela Merkel m.a. høvi at undirstrika, at spurningurin um trygdina hjá Ísrael altíð fer at hava stóran týdning hjá týsku stjórnini. Tá Angela Merkel hitti restina av ísraelsku stjórnini nevndi hon eisini holocaust, og segði hon m.a.:

– Søgan um Shoah (Holocaust, red.) er ein hending, sum vit framhaldandi bera ábyrgdina fyri í einhvørjum parti av søguni, eisini í framtíðini.

Eisini nevndi hon spurningin um palestinar, og segði hon m.a.:

– Onkuntíð eru vit ósamd, tá tað kemur til spurningin um, hvørt tað skal vera ein tveystatsloys við einum pelestinskum stati. Men eg haldi, vit eru samd um, at har altíð skal vera ein visión um tann varandi, demokratiska, jødiska statin Ísrael.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder