Innanlands

Merkt grind ferðast støðugt suðureftir

Grindin, ið varð merkt á Klaksvík, er nú komin suður á 52. breiddarstig

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-10-15 17:19 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Havstovan: Grindin, ið varð merkt á Klaksvík fyri mánaði síðan, ferðast uttan íhald og støðugt suðureftir.

Teinurin, hon hevur ferðast, er 1200 fjórðingar, og er hon nú komin suður á 52. breiddarstig. Ferðin er í miðal tveir fjórðingar um tíman, so hon mest sum damlar suðureftir.

Merkta grindin úr Fuglafirði, ið nú hevur verið merkt í hálvan annan mánað, hevur yvirhøvur hildið seg longur norðuri; í seinastuni mest í hellingini norður av Rockallbankanum.

Seinastu tveir dagarnar hevur hon aftur ferðast norðeftir, og er nú komin norður í dýpið millum Ytra- og Ytstabanka.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder