Innanlands

Merkta grindin úr Vestmanna er nú á Munkagrunninum

Tríggir hval vórðu merktir fríggjadagin 13. november. Tað var triðju ferð í ár, at sendarar vórðu festir á grind

Mynd: hav.fo

Mynd: hav.fo

2020-11-17 17:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fríggjadagin 13. november merkti Havstovan eina grind í Vestmanna. Talan var um har tríggir hval, í einum lítlum bólki á 10 hval, sum blivu merktir við fylgisveinasendarum. Teir komu uppá land - restin av bólkinum fekk frið.

Havstovan skrivar, at tað gekk væl at reka og merkja grindina, takkað verið góðari hjálp frá grindaformonnum, fólki á báti og hjálp á land

Les eisini: Merktu tríggjar hvalir í Vestmanna

Grindin lá enn á Vestmanna morgunin eftir, so grindaformenn skipaðu fyri at reka hana út í sundið. Haðani fór grindin norður um Slættanes-tangan og lá norðan fyri Mykines tann dagin. Grindin ferðaðist síðani í ein útsynning, út í hellingina, har hon so vendi í ein landsynning, nærri landi aftur, og er nú á Munkagrunninum - 30 fjórðingar úr landi.

Tann triðja í ár - tann tíggjunda í hesari øldini

Sambært hav.fo er grindin hin tíggjunda, ið er merkt síðan 2000, og hetta var triðju ferð í ár, at sendarar vórðu festir á grind.

Nú eru so aftur tvær grindir merktar samstundis, tí samband er enn við grindina, ið varð merkt í Bø hin 6. juni. 164 dagar eru frálidnir, og grindin úr Bø hevur seinastu vikuna ferðast suðureftir, og somuleiðis nakað vesturyvir, so nú er hon so vestarlaga , sum hon ikki hevur verið fyrr. Nærmasta fastlandið er nú Nýfundland, sum er góðar 600 fjórðingar burtur. Grindin hevur seinastu tíðina ferðast, har dýpið er meira enn 3000 metrar, upplýsir Havstovan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder