Sáttmáli var í dag undirskrivaður millum Mest og svensku fyritøkuna Minesto. Við hesi avtaluni skal Mest veita tænastur til Minesto í samband uppsetan og rakstur av sjóvarfalsverkinum í Vestmannasundi komandi árini.
Orkuverkini sum verða sett í Vestmannasund, líkjast tveimum undirvatnsdrekum, verða grundfest á ein pall á 50-60 metra dýpi. Drekar verða síðani tjóðraðir í botnin og fara at sveima á 20-40 metra dýpi. Drekarnir koma at “flúgva” gjøgnum sjóvarfalsrákið í einum áttatalsmynstri fyri at framleiga orku, sum kann endurnýggjast og brúkast beinleiðis á el-netinum í Føroyum. Hvør dreki er fimm metrar langur og vigar umleið tvey tons.
Mest skal lutvíst verða við til at byggja og uppseta ymiska útgerð í samband við verkætlanina. Somuleiðis veitir Mest hølir, útgerð og arbeiðsmegi til Minesto.
- Í fjør fingu vit avtalu í lag við týsku vindmyllu fyritøkuna Enercon um viðlíkahald av vindmyllum í Føroyum. Við hesi nýggju avtaluni við Minesto hevur Mest tikið enn eitt stig sum veitari innan grøna orkuøkið. Mest hevur seinastu árini miðvíst økt um virksemið á landi. Vit hava seinastu árini havt nógv virksemi innan orkuøkið við millum annað fjarhita, Sev og orkuverkum, sigur stjórin á Mest, Mouritz Mohr.
- Tað verður spennandi fyri Mest og okkara starvsfólk at verða við í eini spírandi vinnu har vit kunnu útvega okkum royndir, sum kunnu gerast áhugaverdar framyvir, endar Mouritz Mohr.
Tíðindaskriv frá Mest
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald