
Fyri hvørt barn sum verður borið í heim á føðideildini á Landssjúkrahúsinum, verður ein nál sett í serligu talvuna, ið har hongur.
Fríggjadagurin 27. august var ein heilt serligur dagur, tí heili tíggju nálir vórðu settar í - ein fyri hvørt vælskapta barn, ið kom í verðina.
Hetta skrivar Landssjúkrahúsið á Facebooksíðu sínari.
Tað er ikki vanligt, at tað er so nógv at gera á føðideildini ein og sama dag. Tí var nógv trýst á - bæði so og so.
- Hóast 10 føðingar uppá eitt samdøgur er nógv fleiri enn vanligt, so gekk alt væl, skrivar Landssjúkrahúsið
Mynd: Landssjúkrahúsið
Talan er um met. Joan Niclasen, ljóðsmóðir á føðideildini, tosaði leygarkvøldið við Kringvarpið. Hon segði, at tað var ein serligur og væleydnaður dagur á deildini.
- Eingin átti á gongini og fleiri eru longu útskrivaðar, segði hon millum annað.
Joan Niclasen segði eisini, at tað í miðal eru áleið tvey børn fødd um samdøgrið, og at tað onkutíð hevur verið uppi á fimm.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald