Føroyska umboðið, Reiley, í fjør fór avstað við øllum í Meldodi Grand Prix og slapp at umboða Danmark í Eurovision í Liverpool.
Í ár luttekur havnarmaðurin Janus Wiberg Mortensen við lagnum "I Need Your Love". Men lurtar man eftir Danske Spil, hevur 32 ára gamli songfuglurin ikki stóran kjans at vinna.
Vinnur Janus Wiberg, fær ein 15 ferðir pengarnar aftur.
Danske Spil metir, at Saba við lagnum Sand hevur størst møguleika at vinna. Har fær man 2,5 ferðir pengarnar aftur.
Yvirlit frá Danske Spil:
Saba – Sand (2,50)
Aura Dione – Mirrorball (3,75)
Basim – Johnny (4,50)
Chuchu – The Chase (Zoom zoom) (10,00)
Roseelu – Real Love (12,00)
Janus Wiberg – I need your love (15,00)
Ublu – Planetary Hearts (15,00)
Stella – Sign Here (20,00)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald