Mentan

Metallica kemur til Danmarkar – men ikki fyrr enn í 2024

Spæla tvær konsertir við hvør sínari skrá - tí verður í fyrsta umfari bert seld atgongumerki til báðar konsertirnar

Metallica

Metallica

2022-11-28 17:13 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nú verður møguleiki at uppliva stóra amerikanska tungmálmsbólkin Metallica á konsert í Keypmannahavn.

Í dag varð kunngjørt, at Metallica spæla tvær konsertir í Parken í Keypmannahavn. Men tað verður ikki fyrr enn 14. og 16. juni 2014, altso um hálvtannað ár.

Metallica hevur í dag umvegis konssertfyriskiparan Live Nation kunngjørt hvussu spælt verður á komandi konserttúri hjá bólkinum, sum kallast M72, sum spennir yvir tvey ár.

Byrjað verður í apríl komandi ár við fýra dupultkonsertum í Evropa, í Amsterdam, Paris, Hamburg og Göteborg, áðrenn farið verður til Norðuramerika at spæla víðari í august, september og november.

Í mai mánaði 2024 koma teir so aftur til Evropa og spæla dupultkonsertir í Münchan, Helsingfors, Keypmannahavn, Warshawa og Madrid, áðrenn farið verður vestur um hav aftur at spæla í Norðuramerika og Meksiko.

Hetta við dupultkonsertum skal takast í álvara sambært tíðindaskrivinum frá Live Nation, tí talan verður um tvær ymiskar konssertir, við tveimum ymsum ‘opening acts’, tvs. upphitingarorkestrum, og tveimum ymiskum settlistum.

Konsertirnar í Parkini í Keypmannahavn verða 14. og 16. juni, fyrra kvøldið við Architects og Marmoth at hita upp og seinna kvøldið við Death Punch og Ice Nine Kills.

Teir fýra menninir í Metallica, danin Lars Ulrich á trummum, James Hetfield, sang og gittar, Kirk Hammett, gittar, og Robert Trujillo á bass, hava júst verið í upptøkuhølunum og hava eina útgávu klára áðrenn konsertferðin byrjar. Útgávan ’72 Seasons’ kemur á marknaðin í apríl 2023.

Men í dag er eitt staklag lagt út á telgildu miðlarnar

Hoyr “Lux Æterna” her

Atgongumerkjasølan til konsertirnar byrja 2. desember klokkan 8 okkara tíð. Men tá ber bert til at keypa til báðar konsertirnar. Eitt avmarkað tal av atgongumerkjum til annan ella hin dagin verður sett til sølu 20. januar.

Metallica-konsertirnar nærmast okkum eru hesar.

27. og 29 apríl 2023 á Johan Cruijff ArenA í Amsterdam
17. og 19. mai 2023 á Stade France í Paris
26. og 28. mai 2023 á Volksparkstadion í Hamburg
16. og 18. juni 2023 á Nya Ullevi í Göteborg

7. og 9. juni 2024 á Olympiastadion í Helsingfors
14. og 16. juni 2024 í Parken í Keypmannahavn 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder