Uttanlands

Meting av ES-limaskapi hjá Ukraina klár í komandi viku

Deildar meingingar eru um, hvørt Ukraina eigur at gerast partur av ES, og á vitjan í Kyiv í gjár minti Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini eisini á, at Ukraina framvegis hevur eitt stórt arbeiði fyri framman, tá tað kemur til m.a. stríðið ímóti korruptión

Ursula von der Leyen á tíðindafundi í Kyiv í gjár (Mynd: EPA)

Ursula von der Leyen á tíðindafundi í Kyiv í gjár (Mynd: EPA)

2022-06-12 11:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í komandi viku hevur ES eina meting klára av umsóknini hjá Ukraina um ES-limaskap. Tað sigur Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini, sum hetta vikuskiftið hevur vitjað í ukrainska høvuðsstaðnum Kyiv.

Í gjár umrøddi hon málið við Volodymyr Zelenskyj, forseta í Ukraina, og á felags tíðindafundi í gjár segði hon, at metingin av umsóknini hjá Ukraina kann væntast at vera klár áðrenn endan av næstu viku.

Hetta er fyrstu ferð, at ES-leiðslan hevur sagt nakað um, nær Ukraina kann vænta sær at fáa hesa meting, sum tó bert er fyrsta stig í einari langari tilgongd. Millum annað skulu øll 27 ES-londini vera samd um, hvørt Ukraina kann gerast ES-land, og sambært Ritzau eru deildar meiningar um hetta.

Pólland og baltisku londini hava boðað frá, at tey stuðla Ukraina í ætlanini um at gerast ES-land, meðan eitt nú Eysturríki, Týskland, Frakland og Holland eru meira ivasom.

[object Object]
Ursula von der Leyen og Volodymyr Zelenskyj á tíðindafundi í gjár (Mynd: EPA)

Á tíðindafundinum í gjár minti von der Leyen eisini Zelenskyj á, at hóast Ukraina hevur gjørt framstig, hevur Ukraina framvegis eitt stórt arbeiða fyri framman. M.a. er framvegis brúk fyri nýskipanum ímóti korruptión.

Tað eru bert tríggir mánaðir síðani, at Ukraina søkti um ES-limaskap – hetta var stutt eftir, at Russland hevði gjørt innrás í landinum. Vanliga tekur tað upp til hálvtannað ár hjá ES at meta um, hvørt eitt land møguliga kann gerast ein partur av ES.

Eftir ætlan skal ES taka støðu til ynskið hjá Ukraina um at gerast partur av felagsskapinum 24. og 25. juni, tá leiðarar í ES-londunum hittast á toppfundi í Brússel.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder