Innanlands

Metnógv fólk um Suðuroyarfjørð seinastu vikuna

Seinastu vikuna eru 11.000 fólk farin við Smyrli um Suðuroyarfjørð

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-08-06 09:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu vikuna eru tilsamans 11.000 fólk farin við Smyrli um Suðuroyarfjørð.

Talan er um størsta tal av fólki, sum hevur ferðast um Suðuroyarfjørð í eina viku, skrivar Suðurrás.

Ein av orsøkunum er Faroe Islands Handball Cup, hondbóltskappingin í Vági, sum júst er farin aftur um bak. Í vikuni luttóku 575 leikarar í hondbóltskappingini, og tilsamans 204 dystir vórðu spældir.

Les eisini: 204 hondbóltsdystir í tríggjar dagar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder