Uttanlands

Mette F.: - Nú er tað ringasta av – takk fyri at tit vístu samfelagssinni

Danska forsætisráðkvinnan boðaði í gjár frá, at stjórnin strikar koronatiltøkini 1. februar

Magnus Heunicke, Mette Frederiksen og Søren Brostrøm á tíðindafundi í Keypmannahavn í gjár (Mynd: EPA)

Magnus Heunicke, Mette Frederiksen og Søren Brostrøm á tíðindafundi í Keypmannahavn í gjár (Mynd: EPA)

2022-01-27 06:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eisini í Danmark verða strongu koronatiltøkini sett úr gildi frá týsdegnum 1. februar at rokna. Tað upplýsti danska forsætisráðkvinnan, Mette Frederiksen, á tíðindafundi í gjár

- Nú kunnu vit siga, at vit kláraðu royndina. Vit eru til reiðar at traðka út úr skugganum av korona. Vit siga avmarkingunum farvæl, og siga góðan dagin til lívið, ið vit kendu áðrenn korona, segði hon.

Serliga reglur verða tá einans galdandi fyri fólk, ið ferðast til Danmarkar.

Sambært danska heilsumálaráðnum skulu fólk í sóttarhald, sum koma til Danmarkar uttan at vera koppsett ella hava havt smittuna.

Mette Frederiksen gav væleydnaðu koppsetingarætlanini heiðurin fyri, at lívið í Danmark nú kann gerast vanligt aftur.

- Góða undirtøkan fyri at lata seg koppseta gjørdist okkara supervápn. Koppsetingin hevur verið ein sterk verja móti smittuni, sum framvegis er millum okkum, segði Mette Frederiksen, og peikaði eisini á onnur viðurskifti.

- Tá vit eru komin so langt so skjótt, so er tað eisini orsaka av einum risastórum avrikið av hvørjum einstakum. Av atferðini hjá hvørjum einstakum borgara, segði forsætisrtáðkvinnan.

- Takk til tey nógvu, sum tóku ábyrgd. Takk til øll, ið hava tikið ímóti koppseting. Takk til øll tykkum, ið hava ansað eftir hvørjum øðrum og eftir okkara felagsskapi, og víst samfelagssinnið, sum vit ikki høvdu kunna verið fyriuttan, segði Mette Frederiksen. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder