Talan er um eitt sera álvarsligt yvirgangsmál, sum fyrrapartin í dag er við at verða avdúkað í Danmark.
Tað segði Mette Frederiksen, statsministari, tá hon hitti miðlarnar í Brússel fyrrapartin, har hon er á ES-toppfundi og í morgun hevur havt fund við ES-nevndarforkvinnuna saman við Føroya løgmanni og grønlendska landssstýrisformanninum.
- Hetta er so álvarsligt, sum tað kann blíva, segði Mette Frederiksen.
Fleiri løgregludømi vóru íblandað í stóru atgerðina í morgun. Enn heva donsku fjølmiðlarnir ikki yvirlit hvat tað er, sum er hent, og hvussu álvarsligt málið er. Tað kemur fram, tá løgreglan og fregnartænastan hevur tíðindafund seinni í dag.
Men Mette Frederiksen avdúkaði í Brússell, at málið er álvarsligt:
- Tað er onkur, sum býr í Danmark, sum ikki vil okkum nakað gott, onkur sum er ímóti okkara fólkaræði, okkara frælsi og í veruleikanum danska samfelagnum við øllum teimum góðu tingunum tað inniber – frælsi, javnrættur millum kynini, segði Mette Frederiksen millum annað.
Les eisini: Stór atgerð móti yvirgangi í Danmark í dag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald