Uttanlands

Mette Frederiksen: Eg lurti eftir hinum flokkunum

Danski forsætisráðharrin vil tó ikki siga nakað um, hvørt hon ætlar at útskriva val í heyst, sum Radikali vinstraflokkurin hevur heitt á hana um at gera

Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen sigur, at hon lurtar eftir hinum flokkunum í fólkatinginum, men hon vil tó ikki siga, um hon ætlar sær at útskriva val í heyst (Savnsmynd)

Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen sigur, at hon lurtar eftir hinum flokkunum í fólkatinginum, men hon vil tó ikki siga, um hon ætlar sær at útskriva val í heyst (Savnsmynd)

2022-07-03 13:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár boðaði forkvinnan í Radikala vinstraflokkinum frá, at hon vildi hava danska forsætisráðharran, Mette Frederiksen at skriva út val í seinasta lagi 4. oktober, tá fólkatingið kemur saman aftur, og danski forsætisráðharrin sigur, at hon fer at lurta eftir atfinningunum, sum eru komnar úr fólkatinginum í kjalarvørrinum á frágreiðingini, sum Minkanevndin hevur almannakunngjørt.

– Eg lurti sjálvandi eftir, havt flokkarnir siga í fólkatinginum, og ikki minst okkara parlamentariska grundarlagi, sigur hon við TV2.

Tó leggur hon afturat, at hon ongar viðmerkingar hevur til, hvørt hon fer at fylgja áheitanini og útskriva val.

Fólkatingsval nýtist ikki at vera fyrr enn juni næsta ár, men forkvinnan hjá teimum radikalu, Sofie Carsten Nielsen sigur, at flokkurin er til reiðar at atkvøða fyri misálit á Mette Frederiksen, um hon ikki útskrivar val í seinasta lagi 4. oktober.

Les eisini: – Mette Frederiksen eigur at útskriva val


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder