Uttanlands

– Mette Frederiksen eigur at útskriva val

Forkvinnan í radiakala vinstraflokkinum, ið er stuðulsflokkur hjá donsku stjórnini sigur seg vera til reiðar at koppa stjórnina, um danski forsætisráðharran ikki útskrivar val í seinasta lagi 4. oktober

– Tá vit koma aftur úr summarfrí, og fólk aftur kunnu luttaka í politiska kjakinum, so skal val útskrivast, sigur Sofie Carsten Nielsen (Mynd: EPA)

– Tá vit koma aftur úr summarfrí, og fólk aftur kunnu luttaka í politiska kjakinum, so skal val útskrivast, sigur Sofie Carsten Nielsen (Mynd: EPA)

2022-07-02 14:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hósdagin varð frágreiðingin hjá Minkanevndini, sum hevur kannað umstøðurnar kring ólógligu boðini frá donsku stjórnini um, at at allir minkar í Danmark skuldu takast av døgum, almannakunngjørd.

Í frágreiðingini segði nevndin m.a., at boðini, sum Mette Frederiksen forsætisráðharri á tíðindafundi í november gav um, at minkarnir skuldu takast av døgum, vóru villeiðandi, og hóast hon ikki var greið yvir, at stjórnin ikki hevði heimild at krevja hetta, átti Forsætismálaráðið at kanna hetta áðrenn tíðindafundin.

Radikali vinstraflokkurin hevur, saman við hinum stuðulsflokkunum hjá donsku stjórnini, boðað frá, at hann ikki tekur undir við einari óheftari advokatkanning, sum skal meta um, hvørt grundarlag er fyri einum ríkisrættarmáli ella ikki.

Radikali vinstraflokkurin vil kortini hava Mette Frederiksen at útskriva fólkatingsval í kjalarvørrinum á tí, sum nevndin hevur staðfest.

Sofie Carsten Nielsen, floksleiðari, sigur m.a. soleiðis í samrøðu við DR.

– Mín áheitan til Mette Frederiksen er í dag, at tá vit koma aftur úr summarfrí, og fólk aftur kunnu luttaka í politiska kjakinum, so skal val útskrivast. Og tað skal henda í seinasta lagi, tá Fólkatingið kemur saman aftur í oktober. Men helst skjótast gjørligt.

Fólkatingið kemur saman aftur 4. oktober, og verður val ikki útskrivað í seinasta lagi tá, eru tey radikalu klár at atkvøða fyri einum misáliti á Mette Frederiksen, sigur Sofie Carsten Nielsen.

Les eisini: Minkanevndin: Útsøgnirnar hjá Mette Frederiksen vóru villeiðandi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder