Uttanlands

Mette Frederiksen hevur roynt at ringja til Trump

Men ein telefonsamrøða kemur helst ikki í lag, fyrrenn eftir Donald Trump verður svorin í eið sum amerikanskur forseti. Roknað verður við framhaldandi góðum samstarvi yvir um Atlandshavið

Í dag er ríkisfundur í Keypmannahavn - í gjár var serstakur fundur í forsætismálaráðnum (Savnsmynd: EPA)

Í dag er ríkisfundur í Keypmannahavn - í gjár var serstakur fundur í forsætismálaráðnum (Savnsmynd: EPA)

2025-01-10 09:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

20. januar verður Donald Trump aftur forseti í USA. Og tað verður eftir øllum at døma ikki innanfyri næstu tíggju dagarnar, at Mette Frederiksen og Donald Trump fara at tosa í telefon saman.

- Vit hava gjørt eina roynd at fáa eina telefonsamrøðu í lag við Donald Trump. Haldi tó ikki at tað kemur í lag, fyrrenn eftir hann er svorin í eið.

Hetta segði danska forsætisráðfrúan við tíðindafólk er serstaka fundin í forsætismálaráðnum í gjárkvøldið. 

Tað var annars ikki øgiliga nógv, sum hon, uttanríkisráðharrin Lars Løkke Rasmussen, verjumálaráðharrin Troels Lund Poulsen ella hini vildu/kundu siga við tíðindafólk.

Sí eisini: Løkke: - Vit eru ikki í einari uttanríkispolitiskari kreppu

Støðan viðvíkjandi Grønlandi og USA varð umrødd. Mette Frederiksen staðfesti, at man noyðist at standa saman á øllum økjum nú, og at tey í Danmark ikki skulu hava nakra serliga orsøk til rokna við, at Donald Trump veruliga fer at nýta hermegi fyri at fáa fatur á Grønlandi.

- Vit rokna við, vóna og arbeiða við at hava eitt eins gott samstarv við komandi forsetan, sum vit hava havt við aðrar forsetar í USA, segði hon við Jyllands-posten og hini.

Sí eisini: Grønland í brennideplinum

Forfólkini í hinum flokkunum vóru eisini á fundinum og høvdu stuttar viðmerkingar. Har er sterkur stuðul til donsku stjórnina á hesum økinum.

Tey føroysku og grønlendsku fólkatingsumboðini vóru eisini við. Sjúrður Skaale staðfestir fyri Kringvarpinum, at hann ikki fær sagt nakað serligt um sjálvan fundin. Javnaðarumboði á fólkatingi sigur, at talan var um ein róligan fund - og at man má læra at skjíla at Donald Trump er ókonventiellur.

- Man kann ikki taka alt, sum hann sigur bókstaviligt. Hann fer ikki at leggja á Grønland, at yvirtaka Kanada o.s.fr.

Ríkisfundur verður í Keypamannahavn í dag, fríggjadagin 10. januar.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder