Í Danmark er nú nóg mikið at halda frástøðu, sum er ein metur. Áður hevur tað verið, eins og tað er í Føroyum, tveir metrar.
Hetta varð sett í verk tríggjar dagar eftir, at avtalan um fasu tvey í hvussu danska samfelagið letur upp aftur, varð gjørd. Hetta hevur fingið leiðararnar í millum annað Venstre og Radikale Venstre, at víst sína ónøgd við, at avtalan varð gjørd á skeivum grundarlagi.
Tað er óvist, júst hvat Mette Frederiksen fer at koma inn á á tíðindafundinum, ið byrjar klokkan 09 føroyska tíð, og um hon møguliga kemur fram við nøkrum nýggjum. Tað er tó helst nevnda avtlan, ið kemur í fokus.
Júst nú hevur vinnmálaráðharrin, Simon Kollerup, tíðindafund, har ein hjálparpakki á 725 milliónir krónur til ymiskt innan ferðavinnuna verður avdúkaður.
Innanlands
Mette Frederiksen innkallað til tíðindafund
Forsætisráðharrin fer helst at kunna nærri um nýggju tiltøkini móti korona í Danmark. Semja varð gjørd um tey í farnu viku, men fleiri flokkar ynskja broytingar, nú tilmæli um frástøðu er broytt
Tíðindafundur verður klokkan 10 lokala tíð - til ber at fylgja við á DR og TV2 (Mynd: EPA)
2020-05-12 08:22
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald