Innanlands

- Mette Frederiksen skal ikki gera av um vit lata upp fyri íslendingum

Fullveldisfólk øtaðust inn á svar frá løgmanni í tinginum í dag

Brandur Sandoy (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Brandur Sandoy (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-05-20 13:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað fekk nærum øði í fullveldisveingin í løgtinginum, tá Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, fyri løtu síðani upplýsti tinginum, at hann hevur havt ein videofund við Mette Frederiksen, forsætisráðharra, um møguleikan at lata upp landamarkið millum Føroyar og Ísland.

Undir munnligu fyrispurningunum á tingi setti Bjørt Samuelsen út Tjóðveldi løgmanni spurningin um hvør ger av, hvussu okkara mørk verða latin upp fyri øðrum londum.

Løgmaður greiddi frá í svari sínum, at landsstýrið nú umhugsar at lata landamørkini upp fyri øðrum londum, eitt nú Íslandi, og at hann hevði havt ein videofund við Mette Frederiksen har hesin spurningur varð viðgjørdur, og hvussu hetta kann gerast í praksis.

Hetta fekk serliga tjóveldisfólk til at hoyra svarið soleiðis, at løgmaður hevur biðið danska forsætisráðkvinnuna um at sleppa at loyva ferðing millum Ísland og Føroyar aftur.

Tjóðveldistinglimir øtaðust við, og vístu á, at tað ikki skulu vera danir, sum gera av um vit lata upp fyri íslendingum. Eisini Ruth Vang úr Framsókn staðfesti í hesum sambandi, at henda avgerðin liggur í Føroyum og onga aðrastaðni.

Men tað vóru ikki bert andstøðutingfólk, sum øtaðust við og talaðu at.

- Tað eru vit, ið taka støðuna - ikki danir
Samgongufelagin hjá løgmanni, fólkafloksmaðurin Brandur Sandoy, staðfesti eisini, at tað eru føroyingar og ongin annar, sum ger av um vit fara at flúgva aftur til Íslands ella ikki.

- Tað eru vit í Føroyum, sum taka støðu til um vit lata upp við onnur lond ella ikki. Ikki danir, segði Brandur Sandoy.

Í øðrum umfari grundgav løgmaður at tað nú einaferð eru danir, sum hava málsræðið yvir útlendingaøkið og markaeftirlit.

- Vit mugu fyrihalda okkum til veruleikan. Eg gangi inn fyri samstarvinum við Danmark og Grønland og síggi nógv fleiri møguleikar at vera í ríkisfelagsskapinum enn uttanfyri. At tjóðveldisfólk halda tað øvugta, er bara so, segði løgmaður.

Men hann vísti eisini á, at trupulleikin við at byrja at loyva fría ferðing millum Føroyar og Íslands kann hava tann vansan við sær, at vit harvið koma til at forða fyri fríari ferðing til og úr Danmark.

- Tað eru slíkir spurningar, vit vilja hava greiði á áðrenn vit lata upp fyri ferðing til Íslands.

- Eg haldi ikki, at vit skulu lata upp í óðum verki. Men so skjótt, sum tíðin er búgvin, og her hugsi eg um heilsuvandan, ætla vit at loyva ferðing til og úr Íslandi aftur, segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder