Áttu meyrurnar kanska at verið okkara fyrimyndir? Sunnudagin kl. 14 verður dansisýningin ANTS 1+1=3, sum letur upp dyrnar inn til heimin hjá meyrunum, í Norðurlandahúsinum.
Tað er ikki á hvørjum degi, at listafólk biðja ein meyruserfrøðing um hjálp til eina dansisýning. Men til dansisýningina ANTS 1+1=3 er tað júst tað, sum er hent – sýningin er koreograferað í tøttum samstarvi við meyruserfrøðing frá Århus Universiteti.
ANTS 1+1=3 tekur støði í heiminum hjá meyrunum; fimm dansarar á palli tulka rørslurnar og atburðin hjá meyrunum til dans. Tí hevur verið neyðugt við ráðgeving frá meyruserfrøðingi fyri at kunna herma eftir atburðinum og rørslunum hjá meyrunum so neyvt sum gjørligt.
Sýningin lýsir lívið hjá meyrunum við streetdansi, voguing, klubbdansi, nýmótans dansi og martial arts. Dansisýningin lýsir meyrur, sum arbeiða og stríðast fyri at yvirliva, hon lýsir meyrur, sum - um neyðugt - ofra seg sjálvar fyri felagsskapin, og so lýsir hon eisini sera væl skipaða meyrusamfelagið, sum fær norðurlendska vælferðarstatin at síggja út sum fullkomið anarki.
ANTS 1+1=3 vil, at vit gruna um tey samfeløg og tær skipanir, vit eru partur av. Kanska kundu vit lært okkurt av hesum smákyktum, sum liva og arbeiða sum ein?
Dansiverkstova
Danska-lettiska Anastasija Olescuka hevur koreograferað dansisýningina. Aftaná sýningina, hevur Anastasija eina dansiverkstovu, har hon undirvísir í teimum rørslum, sum verða brúktar í ANTS 1+1=3. Verkstovan er ætlað royndum og eitt sindur royndum dansarum og kostar 200 krónur. Tá er atgongumerki til dansisýningina ANTS 1+1=3 íroknað.
DansiEksperimentið og Norðurlandahúsið skipa fyri dansiverkstovuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald