Mentan

Michelin-skelti prýðir nú Ræst og Roks

Matstovurnar í Gongini í Havn verða viðmældar av viðurkendu matstovuguidini tó uttan at hva fingið stjørnu

2023-08-18 20:45 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Uttan fyri matstovunum Ræst og ROKS hongur nú eitt reytt skelti, sum vísir, at báðar matstovurnar eru nevndar í Michelin Guide’ini 2023 fyri Norðurlond.  

Ræst og ROKS eru systurmatstovur og tvær av 271 matstovum, sum eru nevndar í guide’ini.  

Matstovan Ræst, við Sebastian Jimenez og Karin Visth á odda, leggur dent á at brúka og vísa føroyska siðvenju greipaða við og í sameining við ráki úr meksikanskari matmentan. Ræst hevur eina smakkmatskrá við 14 rættum, sum kostar 1.400 krónur.

Ræst er opið í septembur mánaða aftrat – letur aftur 30. septembur og letur upp aftur tann 27. mars í 2024. 

ROKS er hin skemtiliga, meiri avslappaða matstovan við fiski, skeljadjórum og einum fjølbroyttum glaskorti við víni í miðdeplinum. Á ROKS kanst tú velja millum tvær ymiskar matskráir: "Ikki roksa" og "Vit fara til stroks við ROKS". Poul Andrias er høvuðskokkur og Karin Visth er matstovuleiðari. 

ROKS er opið til 29. oktobur; síðani letur matstovan aftur í nakrar mánaðir, og letur so  upp aftur 6. mars í 2024.

Michelin Guide’in er mest viðurkenda matstovuyvirlitið í heiminum. Yvirlitið kemur út eina ferð árliga.

Í sama yvirliti hevur KOKS tvær stjørnur; Ræst og Roks hava onga stjørnu, men hava fingið eitt viðmæli, eina recommandation, sum tey kalla tað í guide’ini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder