Innanlands

Miðalprísurin fyri eini hús í Havn er 3,1 milliónir krónur

Tað er næstan trífalt tað, sum hús kosta á bygd

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-03-31 12:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

314 sethús skiftu eigara í Føroyum í fjør. Men hóast meira enn triðingurin av sethúsunum í Føroyum eru í Suðurstreymoy, so var tað ikki í høvuðsstaðarøkinum, at flest hús vórðu selt.

Og prísurin kann vera orsøk til tað. Nýggjastu hagtølini hjá Hagstovuni fyri húsasølur vísa, at miðalprísurin fyri eini sethús í Havn í fjør lá um 3,1 millión krónur. Í hinum býunum og teimum stóru bygdunum var miðalprísurin 1,4 milliónir og í smábygdunum 1,2 milliónir krónur.

314 sethús vórðu seld í fjør, og tað var á sama støði sum tey tvey undanfarnu árini. Hetta er tó munandi lægri enn metárið 2015, tá sølan var 398 sethús. Síðani tá hevur størsta minkingin verið í Tórshavn, soleiðis at í fjør vóru flestu sølurnar í stórum bygdum og býum við 123 í tali, samanborið við 96 í smáum bygdum og 95 í Tórshavn.

Síðani kreppuárini í fyrru helvt av 1990-unum vaks sølan av sethúsum spakuliga og kom fyribils í hæddina í 2007, beint áðrenn fíggjarkreppuna, við 300. Hereftir minkaði sølan niður móti helvtini í 2009 og 2010. Síðani er sølan vaksin javnt og samt øll árini fram til 2015, ið var metár við 398 sethúsasølum. Eftir hetta er sølan minkað niður í 314 sethús í fjør.

Beint áðrenn fíggjarkreppuna fyri 10-11 árum síðani var miðalprísurin fyri eini sethús í høvuðsstaðnum 2,3 milliónir krónur. Í fjør var hann 3,1 milliónir – ein vøkstur á 35 prosent. Samstundis vaks miðalprísurin á sethúsum í stórum bygdum og býum úr 1,2 til 1,4 milliónir krónur – ein vøkstur á 15 prosent, og í smáum bygdum vaks miðalprísurin úr stívliga einari millión kr. til 1,2 milliónir krónur – ein vøkstur á 16 prosent, skrivar Hagstovan. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder