Mentan

Miðflokkurin vil yvirtaka Norðurlandahúsið

Flokkurin vil ikki hava at Pride-flaggið verður vundið á stong, og hevur lagt fram uppskot til samtyktar at yvirtaka Norðurlandahúsið

(Mynd: Norðurlandahúsið)

(Mynd: Norðurlandahúsið)

2023-08-04 12:43 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Jenis av Rana og Steffan Klein Poulsen, tingmenn fyri Miðflokkin, hava lagt fram uppskot til samtyktar at yvirtaka Norðurlandahúsið.

Teir siga orsøkina til uppskotið verða, at onnur norðurlond brúka Norðurlandahúsið til at ávirka grundleggjandi mentan og virðir í Føroyum, sum føroyingar sjálvir eiga at sleppa at mynda.

- Norðurlandahúsið verður javnan brúkt til at ávirka børn, ung og vaksin í djúpt politiskum spurningum, sum Løgtingið hevur felt, ikki hevur tikið støðu til ella mál, sum føroyingar annars eru tvíbýttir í, verður sagt í viðmerkingunum til uppskotið.

[object Object]Steffan Klein Poulsen og Jenis av Rana (Savnsmynd: Sverri Egholm)

- Tað sterkasta symbolið og mest ítøkiliga handlingin, sum lýsir júst hetta, er, tá NLH eina ferð um árið tekur tað føroyska flaggið niður, fyri síðani at vinda Pride flaggið á stong. Merkið, sum umboðar allar føroyingar, verður vrakað, meðan eitt annað flagg verður lyft upp, sum umboðar eina ideologi, ið langt frá allir føroyingar taka undir við.

Eisini fílast tingmenninir á, at pallurin í Norðurlandahúsinum verður brúktur til LGBT-tiltøk.

[object Object]

- Hesin stásiligi pallur og bygningur er tí at meta sum ein Trojanskur hestur, ið sær gott út uttan á, men innan í honum eru ófrættakend virði, sum ikki eiga at verða lirkað inn á hendan hátt. Tað eiga at vera føroyingar sjálvir, sum skapa og mynda mentanina í hesum landi, stendur í uppskotinum.

Í uppskotinum sæst eisini, at tað í 2022 kostaði knappar 25 milliónir krónur at reka Norðurlandahúsið. Av hesum komu 1,7 milliónir krónur úr landskassanum. 14,5 milliónir komu frá Nordisk Ministerråd og aðrar inntøkur góvu 8,7 milliónir krónur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder