Ein av komandi mánaðunum ætlar kinesiski forsetin, Xi Jinping at ferðast til Russlands at hitta russiska starvsbróðir sín, Vladimir Putin á toppfundi, upplýsa keldur fyri amerikanska blaðnum Wall Street Journal.
Upplýst verður, at endamálið við ferðini er at royna at fáa í lag fleirpartasamráðingar um eina friðarliga loysn í Ukraina.
Kinesiski uttanríkismálaráðharrin, Qin Gang segði eisini í røðu í Beijing, at í Kina eru tey stúrin um stríðið í Ukraina, og væntar hann, at Kina fer at koma við einum uppskoti til eina politiska loysn.
Søgur hava verið um, at Kina letur Russlandi vápn, men sambært leiðsluni í ES-nevndini, eru eingi prógv fyri hetta, skrivar Ritzau.
Um vikuskiftið segði amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Antony Blinken eisini, at Kina umhugsaði at selja vápn til Russlands, og gjørdi hann greitt, at tað fór at fáa álvarsligar avleiðingar fyri sambandið millum USA og Kina, um Kina ger hetta.
Til hesa útsøgnina svaraði Wang Wenbin, talsfólk hjá kinesiska uttanríkismálaráðnum, at tað er USA, sum sendir vápn til kríggið í Ukraina og ikki Kina, og skal USA ikki blanda seg uppí sambandið millum Russland og Kina.
Les eisini: – USA skal ikki blanda seg uppí sambandið millum Kina og Russland
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald