Innanlands

Miðlastuðul: Triðingurin skal vera rakstrarstuðul

Mentanarnevndin mælir til at broyta uppskotið hjá landsstýrismanninum

2021-04-27 08:36 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Mentanarnevndin hjá løgtinginum tekur ikki undir við uppskotinum um at broyta lógina um miðlastuðul soleiðis, sum Jenis av Rana, landsstýrismaður hevur lagt upp til.

Í gjár legði mentanarnevndin fram álit í málinum eftir viðgerð í fimm vikur.

Samgongulimirnir í nevndini koma við einum broytingaruppskoti, so at miðlarnir framvegis fáa ein part av játtanini sum rakstrarstuðul.

Jenis av Rana hevði annars lagt upp til, at allur stuðulin skal veitast sum verkætlanarstuðul – tað vil siga, at miðlarnir skulu søkja til ávísar avmarkaðar verkætlanir.

Samgongutinglimirnir mæla ístaðin til at býta stuðulin upp, so ein triðingur framvegis verður latin sum rakstrarstuðul meðan tveir triðingar av játtaðu upphæddini verða latnir til verkætlanir.

Samstundis verður eisini mælt til at seta eitt hámark fyri hvussu nógv hvør einstakur miðil kann fáa í rakstrarstuðli, so at ongin miðil ella miðlasamtak fær meira enn 40 prosent av teimum 30 prosentunum. Avmarkingin er tó ikki galdandi fyri stuðulin til verkætlanir.

Andstøðan á tingi, sum hevur meirilutan í mantanarnevndini, mælir til at fella broytingaruppskotið hjá landsstýrismanninum.

Umboðini hjá Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn halda ikki, at tíðin er búgvin til at broyta lógina eftir bert at hava virkað í fá ár. Tað er orsøkin til at andstøðulimirnir ikki vilja taka undir við uppskotinum hjá landsstýrismanninum.

Tey vísa eisini á, at uppskotið um at fara frá rakstrarstuðli til verkætlanarstuðul kann fáa neiliga ávirkan á setanarviðurskiftini hjá teimum starvsfólkum, sum í løtuni eru í starvi hjá miðlunum.

Andstøðulimirnir halda í staðin, at játtanin skuldi verið tvífaldað úr teimum núverandi tveimum milliónunum til fýra milliónir.

Men hetta er ein spurningur um hvat verður sett á fíggjarlógina.

Samgongutinglimirnir taka tí heldur ikki støðu til upphæddina, men tað hevur ljóðað, at ætlanin er at hækka játtina á fíggjarlógini úr núverandi tveimum til tríggjar milliónir. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder