- Áleið 360 teldupostar eru ikki latnir upp enn, men teir eru við í metningini, sum er, at millum 1500 og 2000 fólk
So nógv hevur ALS at takast við, og so stór er økingin higartil av fólkum, ið hava tørv á at gerast partur av arbeiðsloysisskipanini, eftir at samfelagið er farið nógv niður í ferð orsaka av koronavirusinum.
Hetta sigur Magni á Deild Olsen, stjóri í ALS, við Kringvarpið.
Tað er ógjørligt at siga, hvat neyva talið er, sigur Magni á Deild, tí tað koma allatíðini nýggjar fráboðanir.
Í seinastu viku samtykti løgtingið ein hjálparpakka. Har var ein av høvuðspunktunum, at ALS skuldi lofta teimum, sum eru send til hús, men ikki eru uppsøgd.
ALS hevur áleið 900 milliónir krónur at geva av, men tað hava kortini verið atfinningarsamar røddir frammi um, at tað er ALS, sum fyrst og fremst verður nýtt sum trygdarnet og ikki Landsbankin. Millum annað hevur fyrrverandi løgmaðurin og fyrrverandi formaðurin í Javnaðarflokkinum, Jóannes Ejdesgaard, víst á hetta.
Tað er eisini ógjørligt at siga, hvussu nógv av teimum nýggju í ALS verða verandi í skipanini, tá samfelagið av álvara kemur í gongd aftur. Hjá teimum flestu er talan um fyribils arbeiðsloysi.
Fulla útgjaldið frá ALS er 20.000 krónur um mánaðin. Kringvarpið skrivar, at tað ikki er greitt enn, hvussu nógv fáa fult útgjald, men at tað kanska verða fleiri útgjaldsdagar enn annar hvør týsdagur, ið tað er í løtuni.
Skrivstovan hjá ALS við Tinghúsvegin í Havn er afturlatin, og øll starvsfólkini hjá ALS arbeiða heima, skrivar kvf.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald