
Fyri fyrstu ferð er Jacobsen familjan handan alirisan Bakkafrost komin á listan hjá Berlingske yvir ríkastu fólk í Danmark.
Regin Jacobsen og mamma hansara Oddvør Jacobsen eru við einari ogn upp á 3,9 milliardir nummar 33 á listanum yvir ríkastu fólk í kongaríkinum. Tey eiga tilsamans 16 prosent av fyritøkuni.
Regin Jacobsen (Mynd: Jens Kr. Vang)
Tey eru einastu føroyingar á listanum, sum hevur Lego-familjuna Kirk Kristiansen ovast við einum virði upp á 261,4 milliardir krónur.
Næst ríkasta familjan eigur nakað minni, og tað er Louis-Hansen familjan, sum eigur medisinalfyritøkuna Coloplast. Tey hava eitt virði upp á 80,9 milliardir krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald