Farið er undir seinastu fyrireikingarnar av sjóvarfalsverkætlanini í Vestmannasundi, sum ætlandi skal framleiða streym inn á netið hjá Sev. Fyrsti drekin er settur saman, og verður í løtuni royndarkoyrdur á verksmiðjuni.
Í februar skrivaðu Minesto og SEV undir sokallaða PPA - Power Purchase Agreement. Sambært avtaluni bindur SEV seg til at keypa orkuna, sum fer at verða framleidd við sjóvarfalstøknini hjá Minesto í Vestmannasundi. Sum tann fyrsta og einasta av sínum slag er avtalan um keyp av framleiddari sjóvarfalsorku inn á eitt virkandi elnet, ein søgulig avtala.
Minesto er í løtuni í ferð við at gera royndir og eftirkanningar av DG100 sjóvarfalsdrekanum og tøknini á turrum í Göteborg, og at fyrireika flutningin til Føroya.
Sjókaðalin, sum leiðir elorkuna, kemur upp á land á Oyrargjógv, har ein fyribils transformarastøð verður sett upp til at taka ímóti elorkuni. Arbeiðið við at klárgera økið á Oyrargjógv er byrjað, og støðin verður sett upp í næstum.
Minesto hevur sett á stovn eitt føroyskt dótturfelag undir navninum Sp/f Minesto Føroyar, sum fer at umsita og víðarimenna verandi og komandi sjóvarfalsorkuverk í Føroyum.
Í viðmerking til korona-støðuna, sigur stjórin hjá Minesto, Martin Edlund:
- Sum øll onnur fylgja vit væl við støðuni, og gera alt tað vit kunnu, fyri at tryggja starvsfólk okkara og fyri at taka samfelagsatlit í øllum teim londum og økjum, sum vit virka í. Higartil hava ongar umráðandi veitingar ella tænastur verið ávirkaðar av COVID-19 støðuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald