Minkandi vindur út á seinnapartin

Fyrrapartin er stormur ella hvassur stormur við hørðum hvirlum, men út á seinnapartin minkandi vindur, sigur veðurstovan

2024-12-05 11:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú fyrrapartin er nógvur vindur, men út á seinnapartin fer hann at minka um vindin, sigur veðurstovan. Flogferðslan stendur still í morgun, og komur og fráferðir eru útsettar til seinnapartin.

Veðurstova Føroya um veðrið til á middegi fríggjadagin:

Stormur ella hvassur stormur sunnan, 20 til 25 m/s, við hørðum hvirlum, samdrigið og regn. Sum líður á fyrrapartin gongur hann vesturum til útsynning. Út á seinnapartin minkandi vindur, og tað verður ælaveður. Í kvøld og í nátt frískur vindur upp í hvassan vind vestan, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið, 18 m/s, skýggjað og okkurt ælið. Fram ímóti middegi í morgin minkandi vindur niður í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s. Hitin 4 til 8 stig.

Síggj veðurforsøgnin á Portalinum her

Fylg flogferðsluni her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder