Komandi leygardag skipar Bátafelagið á Toftum fyri konvoysigling á Skálafjørðinnum. Hendan dagin, tann 16. mai 1945, vera tað nevniliga 75 ár síðani, at bretsku hermenninir, sum fyltu so nógv í tí dagliga hjá nógvum føroyingum undir krígsárunum, vendu heimaftur.
Tað var tann 11. apríl 1940, at Winston Churchill boðaði Undirhúsinum í bretska parlamentinum frá, at Bretland júst í somu løtu var farið undir at hertaka Føroyar. Føroyingar, ið hoyrdu BBC, bíðaðu alspentir eftir Operation Valentine, sum hersetingin kallaðist, tí fór at henda, eftir at bretsku hermenninir vóru komnir í land.
lSæð í mun til fólkatalið í Føroyum, sum tá lá um 30.000, vaks talið við heili 8.000 hermonnum, so tað sigur seg sjálvt, at broytingin fór at vera stór fyri føroyingar hesi árini. Bretska innrásin í Føroyum hevði tí sjálvandi nógvar og stórar broytingar við sær kring landið.
Búskaparliga broyttist meginparturin til tað betra, men hetta rakti sjálvandi eisini nógv heim syrgiliga, tí føroyingar hildu fram at fiska og sigla, og hetta merkti, at 205 føroyingar sjólótust tey árini, meðan kríggið reikaði.
Virksemið hjá bretum hjálpti væl upp á arbeiðsloysið, kanska serliga í Søldarfirði og í Sørvági, har nógvir hermenn vóru, men eisini á Toftum og Nesi hildu nógvir bretar til, sum høvdu stóra ávirkan á virksemið í báðum bygdunum.
Hersetingin skapti sterk bond millum Føroyar og Bretland, og viðurskiftini millum londini bæði hava verið avbera góð síðani og eru tað framvegis
Konvoysiglingin leygardagin verður sostatt fyriskipað fyri at minnast, at tað nú eru 75 ár liðin, síðani bretska hersetingin og annar veraldarbardagi var av.
Vælkomin á “konvoysigling” leygardagin 16. mai klokkan 12.30.
Bátafelagið á Toftum
Innanlands
Minnast krígslok við konvojsigling á Skálafjørðinum
75 ár eru nú liðin, síðani annar heimsbardagi endaði, og í hesum sambandi fer Bátafelagið á Toftum leygardagin 16. mai at minnast bretsku hermenninar,
Hendan dagin, 16. mai, fyri trýfjórðingsøld síðani fóru hermenninir heim aftur til Bretlands
2020-05-13 07:38
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald