Innanlands

Minni enn tríggir kilometrar eftir at bora

Í farnu viku vórðu 35 metrar boraðir av Sandoyartunnlinum, og nú eru 7.832 av 10.785 metrar boraðir

Traðardalur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Traðardalur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-04-21 15:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú eru tilsamans 7.832 av teimum 10.785 metrunum boraðir í Sandoyartunnlinum, og sostatt er nú minni enn tríggir kilometrar eftir at bora.

Í farnu viku vórðu boraðir 35 metrar í alt, skrivar Sandoyartunnilin á Facebook.

– Boring fyri tveimum teimum seinastu pumpubrunnunum ávirkar framdriftina. Sandoyarmegin verður borað fyri einum pumpubrunni, meðan tunnilin Streymoyarmegin er komin niður á lægsta stað, har tunnilin verður breiðkaður og gjørt verður klárt fyri at bora fimta og seinasta pumpubrunnin.

Í farnu viku vórðu seks metrar boraðir í Traðardali. Har eru nú boraðir í alt 4.143 metrar. Á Gomlurætt vórðu boraðir 29 metrar, og har eru nú boraðir í alt 3.689 metrar.

Arbeiðið byrjaði á sumri í 2019. Boringin í Traðardali byrjaði 27. juni, meðan boringin á Gomlurætt byrjaði 14. august sama.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder