Innanlands

Minningarhald á Toftum og í Søldarfirði sunnudagin klokkan 15

Gimmi Olsen talar á Toftum, og Sólborg í Grund Bøgesvang talar við minnisvarðan í Søldarfirði.

2026-10-29 18:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nes kommuna: Minningarhald teirra sjólátnu verður í Fríðrikskirkjuni á Toftum allahalgannadag, sunnudagin 1. november kl. 15.00.

Gimmi Olsen, prestur,  talar og musikkskúlanæmingar luttaka við fylgispæli.

Síðan verður farið niðan til minnisvarðan, har kransar verða lagdir. Aftaná verður bjóðað til ein drekkamunn í kirkjukjallaranum. 

-------------------------------------------

Runavíkar kommuna: Minningarhald teirra sjólætnu verður við minnisvarðan í Søldarfirði Allahalgannadag kl. 15.00.

Sólborg í Grund Bøgesvang talar.

Aftaná verður drekkamuður í Bønhúsinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder