
Í morgin, 1. november, verður minningarhald teirra sjólátnu í fleiri býum og bygdum. Í Klaksvík, í Svínoy og á Syðradali verður eisini skipað fyri minningarhaldi, boðar Klaksvíkar kommuna frá.
Í Klaksvík verður skipað fyri minningarhaldi í Vágstúni klokkan 15.
Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini í býráðnum, bjóðar vælkomin. Hanus í Gørðum, sóknarprestur, heldur røðu.
Kransar verða lagdir, Betesda-kórið framførir, og felagssangur verður sungin.
Í Svínoy verður minningarhald við minnisvarðan í Svínoy klokkan 11.
Poul Sivar Olsen bjóðar vælkomin, og Óli á Geilini flytir fram røðu. Kransar verða lagdir, og sálmar verða sungnir.
Í Syðradali verður minningarhald klokkan 14.30.
Ásbjørn Lómaklett bjóðar vælkomin, og Øssur Kjølbro, prestur, heldur røðu. Sálmar verða sungnir, og Andrias Sólstein spælir undir.
Sam fer av Klaksvík klokkan 14 og av Syðradali klokkan 17.30.
Orsakað av almennu tilmælunum verður ikki boðið til drekkamunn eftir haldini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald