Mánadagin 8. juli andaðist Jógvan Sundstein, fyrrverandi løgtingsformaður, løgmaður, landsstýrismaður og tingmaður, 91 ára gamal.
Jógvan Sundstein varð føddur í Havn 25. mai 1933. Foreldur hansara vóru Johanna Malena Jensen (Jóhanna Malena á Dul) og Hans Jacob Matras Sundstein.
Hann var elstur av seks systkjum, og vóru systrarnar Hanna og Marjun, sum eru farnar og Margreta, Agnas og Elisabet.
Jógvan tók realprógv í 1949, 16 ára gamal. Hann arbeiddi síðani í Sjóvinnubankanum. Í 1952 gekk leiðin til Keypmannahavnar á handilsskúla og síðani fór hann undir at útbúgva seg sum grannskoðari.
Hann fekk í 1963 prógv sum ríkisgóðkendur grannskoðari.
Jógvan giftist Lydiu, fødd Marstein úr Klaksvík, á sumri í 1956. Tey fingu børnini Hans Paula í 1957, Rutt í 1959 og Eivind í 1962. Hans Pauli andaðist í januar í ár, 66 ára gamal.
Heimafturkomin úr Danmark í 1964 stovnaði Jógvan sína egnu fyritøku, og var hann fyrsti ríkisgóðkendi føroyski grannskoðarin, sum stovnaði egið virki í Føroyum. Í nøkur fá ár hevði hann fyritøkuna saman við Paula Ellefsen, og seinni hevði hann grannskoðaravirki saman við Jógvani Amonssyni.
Jógvan Sundstein varð fyrstu ferð valdur á ting í 1970 fyri Eysturoyar valdømi, har hann aftur varð valdur í 1974. Frá 1978 varð hann valdur í Suðurstreymoyar valdømi, sum hann umboðaði í Løgtinginum, inntil hann gavst í politikki í 1994.
Jógvan Sundstein var løgtingsformaður tvær setur – frá 1980 til1984 og aftur frá 1988 til 1989.
Jógvan Sundstein gjørdist formaður Fólkafloksins í 1980, tá hann tók við eftir Hákun Djurhuus, sum gavst í politikki. Hann var formaður í trettan ár til 1993, tá ið Anfinn Kallsberg tók við sum formaður.
Jógvan átti týðandi leiklut, tá avtalað varð gjørd um at skipa samgonguna millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin, sum tók við í januar 1975.
Samgongan sum aftur varð skipað í januar 1979 og helt fram til januar 1981. Hetta var fyrstu ferð, at hesir flokkar gingu saman í samgongu, og er henda samgongan av fleiri nevnd sum eitt nýbrot í føroyskum politikki. Í endurminningunum sínum “Frá barnaárum ungum til lívsins heystartíð” skrivar Jógvan millum annað: “Hetta 4 ára skeiðið var gróðrarríkt og nógv kom av skafti. Fiskimarkið varð útflutt. Yvirtøkan av postverkinum, ..., varð sett í verk. Fyrisitingin av fólkaskúla- og almannamálum varð yvirtikið ... . Nýggj skattalóg varð samtykt, og fleiri útbyggingar vórðu settar í verk.”
Síðani nevnir hann serliga trý mál frá hesum valskeiði, sum hann kom at eiga stóran lut í, og sum lærdu hann nógv um forsíðu og baksíðu av politiska arbeiðinum. Tað var lógin um Landsbanka Føroya, útróðrarverkfallið og keypið av nýggjum Smyrli til suðuroyarsiglingina.
Í januar 1989 gjørdist Jógvan løgmaður í samgongu millum Fólkaflokkin, Tjóðveldisflokkin, Sjálvstýrisflokkin og Kristiliga Fólkaflokkin. Henda samgonga helt bert nakrar fáar mánaðir, og í juni 1989 varð nýggj samgonga skipað millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Tjóðveldisflokkin.
Í januar 1991 varð ein samgonga skipað ímillum Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin.
Jógvan Sundstein gjørdist tá varaløgmaður og landsstýrismaður í fíggjarmálum. Tað má hava verið stórt hjá Jógvani Sundsteini at uppliva, at yvirtøkan av undirgrundini, sum stríðst hevði verið fyri í so nógv ár, loksins kom á mál undir tí landsstýrinum.
Vit kenna øll fíggjarligu brotasjógvarnar sum stutta tíð eftir skolaðu yvir bankarnar, familjurnar, vinnuna, ja landið alt. Jógvan Sundstein sigur frá øllum tí dramatiska, ið gekk fyri seg, ikki minst handan leiktjøldini, í ójøvnu telvingini millum danskar og føroyskar myndugleikar. Eg skal ikki fara longri inn í henda døkka og syrgiliga kapittul av søgu okkara, men neyvan hevur tað verið gamansleikur at standa við fíggjarróðrið í Tinganesi í ringastu krepputíð.
Í apríl 1993 varð samgongan millum Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin avloyst av samgongu millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Sjálvstýrisflokkin, og árið eftir, tá val var í juli 1994, hevði Jógvan Sundstein tikið avgerðina um ikki at stilla uppaftur, og at gevast í politikki.
Tað verður ov drúgt at nevna alt virksemið hjá Jógvani, men hann var eisini m.a. semingsmaður frá 1970 til 1982, formaður í nevndini fyri Føroya Handilsskúla frá 1972 til 1988 og hann var limur í Norðurlandaráðnum fleiri skeið.
Jógvan Sundstein var politikari í tíðini, tá tað framvegis vóru 7 valdømir, og hann fekk dygga undirtøku frá veljarunum. Tað eru í dag bert tveir tingmenn eftir her á tingi, ið hava sitið sum tingmenn samstundis sum Jógvan Sundstein. Tað eru teir báðir Henrik Old og Jørgen Niclasen. Starvsfelagar, bæði í tí privata og í politikki, hava nógv gott at bera Jógvani. Hann verður nevndur vinarligur, reiðiligur, orðhaldin og gløggur. Sagt verður, at hann fór væl við starvsfólkunum og dugdi at byggja vinaløg tvørtur um politisk mørk. At hann ikki gjørdi mun á fólki, at hann var mildur og semjusøkjandi. Einfalt sagt – eitt gott fólk. Eginleikar, ið uttan iva hava borið langt í teimum semjum, sum hann var við til at fáa undir land.
Sjálvur sigur Jógvan soleiðis í endurminningunum:
“Mótsetningarnir í politikki kunnu vera so mangir, men tað skerst ikki burtur, at tað, sum hóast alt hevur mest at týða, er um kemiin passar saman”
Nógv er sagt og skrivað um politikaran og vinnulívsmannin, men Jógvan Sundstein var eisini trúgvandi maður og sannur familjumaður. Helst hevur tað verið ein avgerandi orsøk til, at hjúnini fyri 20 árum síðani valdu at flyta til Danmarkar, har børnini og barnabørnini búðu. At sonurin Hans Pauli, ið sum 7 ára gamalur undir skurðviðgerð gjørdist blindur, var ein hetja og stór fyrimynd hjá pápanum, er so væl greitt frá í kapitlinum “Lívið er kortini ikki bara ein dansur á rósum” í endurminningunum.
...
Tað var ein heilt serstøk jarðarferð, hósdagin hin 18. juli, nú vit úr Ebenezer fylgdu bæði Jógvani og soninum Hans Paula.
Ragnar O. Sundstein talaði vakurt um feðgarnar báðar, og um mammubeiggjan segði hann millum annað: “Hann náddi eisini tað her í lívinum, sum bert ein evarska lítil partur av menniskjum náa: Langt lív, konu, og børn í fleiri ættarlið, hús og heim, útbúgving og gott starv, og omaná alt tað kom hann uppá ovasta politiska tindin.”
Hann tosaði eisini nógv um privata persónin Jógvan Sundstein, um hvussu stóran týdning trúgvin hevði í lívi hansara, og millum annað um brennandi eldhuga hansara fyri fótbólti – og ikki minst fyri hjartabarninum B36. Og so segði hann:
“ Jógvan var góður við Føroyar. Ongin ivast í, at Jógvan var fyri frælsum Føroyum. Og tað er nokk ongin, ið hevur verið við til at tikið so nógv stig á sjálvbjargnisleið, sum júst Jógvan. Hansara diplomatisku dygdir hava verið sera ásýniligar, millum annað var hann semingsmaður í eini 12 ár, men eisini í mongum politiskum ósemjum, fekk hann mangan partarnar til sættis aftur.”
Tað regnaði illa hendan dagin, tá vit leitaðu okkum til minningarløtuna, men tað var blikalogn og sólin skein við lýkku á grøvina, tá feðgarnir báðir vórðu lagdir at hvíla fyri seinastu ferð – í føroyska jørð.
Tankar okkara leita í samkenslu til konu Jógvans, Lydiu, og børnini Rutt og Eivind, systrarnar hjá Jógvani, familjuna og tey, sum stóðu honum og soninum Hans Paula nær.
Djúpa samkenslu senda vit tykkum øllum.
Fari at biðja tingfólk øll reisa seg, so vit í tøgn og virðing kunnu minnast Jógvan Sundstein, sum brúkti so mong ár av lívsævi síni at tæna landi og fólki.
....
Á Løgtingi, 1. august 2024
Bjørt Samuelsen
løgtingsforkvinna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald