Mentan

Minnisvarðin Móðurmálið stendur sum nýggjur

Seinnapartin í gjár var hátíðarhald á J.C. Svabosgøtu, í samband við at minnisvarðin er reinsaður

2023-10-11 13:10 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Seinnapartin í gjár var hátíðarhald við minnisvarðan Móðurmálið, sum stendur við Fróðskaparsetrið og Landsbókasavnið á J.C. Svabosgøtu í Havn. Minnisvarðin er reistur til heiðurs fyri V.U. Hammershaimb.

Hann er nú reinsaður, so hann stendur nærum eins nýggjur sum fyri 75 árum síðani, tá hann varð avdúkaður.

Tórshavnar Manskór undir leiðslu av Jógvani Thomsen setti dám á hátíðarhaldið og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, helt røðu.

Til ber at lesa alla røðuna her

Í røðu síni kom landsstýriskvinnan inn á stóra týdningin, ið móðurmálið hevur fyri okkum sum fólk og tjóð.

Eins og til avdúkanina fyri 75 árum síðani, varð tjóðsangiurin sungin.

Síðani varð boðið til kaffi á Landsbókasavninum, har áhugaverd framsýning var við myndum frá hátíðarhaldinum í 1948 árum síðani og øðrum áhugaverdum tilfari.

Almanna- og Mentamálaráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder