Áhaldandi ódnarveðrið í farnu viku gjørdi umfatandi skaða á alibrúkini hjá Bakkafrost í Hvalba og Froðba. Hesum boðar Bakkafrost frá í tíðindaskrivi.
Ættin var tann ringasta fyri just hesi alibrúkini og sera ógvusligur uppgangur og suður var í sjónum í 5 dagar.
Stórur partur av fiskinum doyði orsakað av veðrinum og umfatandi skaði var á aliútgerð. Í alt misti Bakkafrost umleið eina millión fiskar við eini miðalvekt uppá 2,1 kg.
Higartil hevur 2020-tøkumetingin fyri Føroyar verið 57.000 tons av laksi, men hesin skaðin lækkar tøkumetingina fyri 2020 við 5-6.000 tonsum.
Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti, segði við útvarpið í kvøld at talan er um einar 300 milliónir krónur í mistum útflutningi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald