Innanlands

Misti fleiri túsund krónur

Løgreglan fekk í gjár eina fráboðan um svik á netinum og minnir fólk á ikki at lata frá sær kortupplýsingar.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-11-02 08:42 Author image
Alda Nielsdóttir

Í gjár fekk løgreglan eina fráboðan frá einum persóni, sum hevði mist fleiri túsund krónur í sambandi við svik á netinum.

Viðkomandi hevði fingið eina fráboðan umvegis sosialar miðlar, um at viðkomandi hevði vunnið eina peningaupphædd.

Fyri at fáa vinningin, varð viðkomandi biðin um at trýsta á eitt leinki og upplýsa kortupplýsingar, og tað gjørdi viðkomandi.

Løgreglan minnir í hesum sambandi fólk á ikki at trýsta á slíkt og ikki lata frá sær kortupplýsingar. Um nakað tykist ov gott til at vera satt, so er tað helst eisini ov gott til at vera satt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder