2020-04-19 10:12

Klokkan 4.30 í morgun fekk løgreglan boð um, at eitt ferðsluóhapp hevði verið á stóra víkiplássinum á Skipanesi.
Bilurin hevði rent á og var síðani rýmdur av staðnum, men eina hjólið lá eftir, og fleiri aðrir billutir lóu eisini eftir á landsvegnum.
Men bilførarin kom ikki langt, og tað eydnaðist løgregluni at steðga honum ímillum Skipaneskrossin og Gøtueiði, greiðir vaktleiðarin á politistøðini frá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald