Eysturoyartunnilin millum rundoykringina og Rókina mátti steingjast í smáar 20 min í gjárkvøldið, fyri at rudda koyribreytina fyri smásteinar, sum var dottið úr lastini á einum bili.
Tað ver klokkan 17.45 at fráboðanin um grót á vegnum kom. Onkrir av steinum vóru so mikið stórir, at teir tóku upp undir onkran av bilunum, sum royndi at snúgva seg rundan um tilfarið, sum lá á koyribreytini.
Serliga ringt var tað á vegastrekkinum millum rundkoyringina og Rókina, har avgerð varð tikin um at steingja vegin kl. 18.02 meðan ruddingararbeiðið fór fram. Vegurin lat upp aftur kl. 18.23.
Løgreglan hevur funnið fram til bilføraran, sum koyrdi lastbilin, sum nú er skuldsettur fyri óansni. Hann kann rokna við at missa koyrirættin, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald