Mentan

Mítt fosturland: Terje B Vestergaard við nýggjum staklagi

Orð og lag, eru bæði sprottin úr hugsanum og tonkum um Gud, fólk og fosturland okkara, sigur Terje B. Vestergaard um fimta staklagið, sum hann hevur givið út

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-04-23 15:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Terje B. Vestergaard, hevur júst givið út nýggja staklagið "Mítt fosturland".

Lagið er tøkt á YouTube og verður eisini tøkt á Spotify.

Hetta er 5. stakútgávan hjá Terja. Hinar útgávurnar, ið eisini eru at finna á áðurnevndu miðlum, eru:

  • "Jól eru kærleiki og vón", 2016
  • "Tíðin fer", 2017
  • "Lívsins Rósa", 2021
  • "Longsul", 2021

Um nýggja sangin sigur Terje m.a.:

– Hetta er ein sangur sum hevur verið í stoypiskeiðini í eina tíð. Orð og lag, eru bæði sprottin úr hugsanum og tonkum um Gud, fólk og fosturland okkara.

– Vit eru mitt í einari sera rumblutari tíð, har trúgv, fólk, mál og mentan er undir støðugari ávirkan av ymiskum slagi, ið tað sum so ikki er nakað nýtt í. Tó, so tykist hendan ávirkanin m.a. íklødd nýggja tøkni, at vera sera ágangandi.  Tað kann bæði vera gott og minni gott.

– Vónandi kann hesin sangurin vera lagdur í mentu hjá lurtaranum, og samstundis gerast til gleði og gagns við tøkk og æru til Gud og fosturlandið.

Tónleikur og innspæling er meistarliga samskipað og lagt til rættis av Jákup Zachariasen, og innspældur av nøkrum av bestu føroysku tónleikarum. Óli Poulsen hevur ljóðblandað.

Um "Mítt fosturland"
Orð & Lag: Terji B. Vestergaard

Útgivið: Apríl 2023

Rættlisið: Britt Rasmussen

Lagt til rættis og Framleitt: Jákup Zachariassen

Trummur: Tórður Dam Jacobsen
Bass: Eyðun Johannesen
Klaver: Finnur Hansen
El & Akk Guitar: Jákup Zachariassen
Steel-Guitar: Jákup Zachariassen
Horn: Ólavur Olsen
Kór: Jóhan Magnus Gunrim & Sonja I. Jacobsen

Upptikið: JakZac-Studio & Kristuff-Studio
Mix & Mastering: Óli Poulsen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder