Týsdagin 10. oktober verður hátíðarhald undir Landsbókasavninum í Havn, har reinsaði minnisvarðin, “Móðurmálið”, verður avdúkaður av nýggjum og sýndur fram.
Tann til tíðir forfjónaði minnisvarðin yvir V. U. Hammershaimb hevur verið pakkaður inn í plast í eina tíð, meðan arbeitt hevur verið at reinsa standmyndina.
Týsdagin klokkan 15 verður eitt lítið hátíðarhald í sambandi við at arbeiðið er liðugt. Eisini verður kaffi og ein framsýning á Landsbókasavninum.
Minnisvarðin varð reistur í 1948 til heiðurs fyri Hammershaimb, og standmyndin, sum Janus Kamban legði úr hondum, fekk sjálvandi navnið "Móðurmálið", tí Hammershaimb verður nevndur faðir at føroyska skriftmálinum.
Tað var Janus Djurhuus, skald, sum upprunaliga avdúkaði minnisvarðan í 1948, og yrking hansara til Hammershaimb á 90-ára degi hansara, "Fáir finnast frægir her á foldum", er ritað í varðan.
Tað eru Almanna- og mentamálaráðið, Fróðskaparsetur Føroya og Landsbókasavnið, sum í felag hava átikið sær at fáa standmyndina reinsaða, og í samstarvi við Tjóðsavnið og Listafelag Føroya eru áhugaverdar myndir og annað tilfar funnið fram til eina framsýning á Landsbókasavninum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald