
15. mars byrjaði Mona Maria úr Fugloy í starvinum sum deildarleiðari á Norðoya Ellis- og Vistarheimi - eitt starv í Norðoya Bú- og Heimatænasta fyri stuttum setti hana í.
Klaksvíkar kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at Mona Maria hevur drúgvar og fjølbroyttar royndir í sjúkrarøkt. Hon gjørdist sjúkrarøktarfrøðingur í 1998 og hevur starvast bæði á sjúkrahúsi og á eldraøkinum, har starvsøkini fevna um bæði heimasjúkrarøkt og onnur samantvinnaði tilboð á bústovnum fyri eldri.
Umframt at vera sjúkrarøktarfrøðingur, so hevur nýggi leiðarin eisini prógv sum kandidatur í sjúkrarøktarfrøði við sergrein í leiðslu og fakligari menning, og Mona Maria úr Fugloy hevur leiðsluroyndir bæði í Føroyum og í Danmark, har hon eisini hevur arbeitt sum m.a. deildarleiðari.
- Fyri Monu Mariu hevur tað stóran týdning, at búfólkini og starvsfólkini í Norðoya Ellis- og Vistarheimi trívast. Tí vil hon virka fyri, at hon saman við búfólkunum, starvsfólkunum og avvarðandi fær skapt eitt heimligt umhvørvið, har grundleggjandi røktin er í miðdeplinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald