Fyri fyrstu ferð síðan Kroatia gjørdist ES-limur í 2013 er lagt upp til at leggja eitt land afturat limaskaranum í evropeiska samveldinum.
ES-nevndin metir, at samráðingarnar við Montenegro møguliga kunnu koma á mál áðrenn hetta árið er úti, og harvið er møguleiki fyri at avtala kann undirskrivast longu í juni 2027, skrivar NRK.
Harvið kunnu teir umleið 600.000 borgararnir í Montenegro gerast ES-limir frá 1. januar 2028 at rokna.
Sambært eini frágreiðing frá ES-nevndini um víðkan av felagsskapinum eru tað fleiri lond, ið byrja at nærkast einum møguligum limaskapi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald