Mentan

Moonage Daydream við David Bowie í Filsmfelagnum

”Moonage Daydream” er fyrsti filmur, sum búgvið eftir David Bowie hevur góðkent at vísa í biografi, og mikuvkøldið 19. oktober verður hann at síggja í Filmsfelagnum

2022-10-16 11:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Komandi mikukvøld, 19. oktober, verður filmurin "Moonage Daydreym" sýndur í Filmsfelagnum.

Í nýggja heimildarfilminum førir David Bowie okkum gjøgnum eina sjáldsama nýskapandi filmsuppliving, har vit frá fyrstu hond fáa innlit í skapandi, musikalsku og andaligu ferðina, Bowie var á, heilt til hann andaðist í 2016.

Við upptøkum, sum ikki hava verið vístar fyrr, gevur filmurin eina nýggja tilgongd, perspektiv og møguleikar at fata og uppliva bæði fjøllistamannin og privatmenniskjað David Bowie, skrivar Filmsfelagið.

[object Object]

Tað er Oscartilnevndi Brett Morgen, sum fyrr hevur gjørt lívsfilmin um Kurt Cobain, ”Montage of Heck”, ið Filmsfelagið vísti í 2015, sum hevur gjørt ”Moonage Daydream”, ið er fyrsti filmur, sum búgvið eftir David Bowie hevur góðkent at vísa í biografi.

Filmurin varð frumsýndur á almennu skránni í Cannes og fekk framúr ummæli. Peter Bradshaw á The Guardian gav filminum fimm stjørnur, sum er fult stigatal.

Knút Háberg Eysturstein fer at innleiða filmin "Moonage Daydream", sum verður sýndur mikukvøldið. Filmurin er tveir tímar og 20 minuttir til longdar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder