 
                
            Mortan Simonsen settur í starv sum fíggjarleiðari í Tórshavnar kommunu. Hesum boðar kommunan frá í skrivi á heimasíðu sínari í dag.
Mortan hevur seinasta árið starvast sum fíggjarfulltrúi í teknisku fyrisiting í Tórshavnar kommunu.
Mánadagin 1. juli byrjaði hann sum fíggjarleiðari.
- Mortan Simonsen er útbúgvin cand. polit. Hann hevur drúgvar royndir sum búskaparfrøðingur og leiðandi ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum.
Nýggi fíggjarleiðarin hevur eisini verið ráðgevi í Vinnuhúsinum og eitt skifti ráðgevandi búskaparfrøðingur í egnum virki.
 
                 
             
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald